Starvslýsing – Korndalsgarður

Vit leita eftir einum ella tveimum starvsfólkum, ið hava alsk til náttúruna, og sum kunnu fara túr við børnum í haga og fjøru og vera nærverandi í tí, sum rørir seg hjá børnunum. Vit ynskja, at tit eru samstarvssinnað og kunnu taka ábyrgd fyri at kveikja áhugamálini hjá børnum í aldrinum 6 til 10 ár.

Mánadag til og við hósdag er arbeiðstíðin frá kl. 13.30 – 15.45 og fríggjadag frá kl. 11.30 – 16.30.

Løn sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevara-felagið og Føroya pedagogfelag. Hava tit spurningar, ella ynskja tit at síggja umstøðurnar, eru tit væl komin at ringja til Kristinu T. Larsen, leiðara, á telefon 740410. Vit gleða okkum at fáa umsókn frá tær, áðrenn 19. juli kl. 14.00. Tit kunnu byrja í starvinum 15. august 2022. Umsóknir skulu sendast til korndalsgardur@eidi.fo