Starvslýsing – Korndalsgarður

 

Við hesum verður søkt eftir námsfrøðingi til dagstovnin Korndalsgarð.

 

Søkt verður eftir námsfrøðingi til Korndalsgarð á Eiði. Talan er um starv á 30-35 tímar í barnagarðsstovu.

 

Korndalsgarður er samansettur av barnagarðinum Korndalsgarði og frítíðarskúlanum Spíranum. Vit húsast á tveimum ymiskum støðum. Í barnagarðinum Korndalsgarði ganga 45 børn, og stovnurin er ein opin stovnur, ið er samansettur av tveimum vøggustovum og tveimum barnagarðsstovum.

Vit arbeiða m.a. við at stimbra barnsins motorisku førleikar, bæði inni á stovninum, og úti í náttúruni í nærumhvørvinum, ið vit nýta nógv. Vit leggja stóran dent á nærveru, frítt spæl og at síggja børnini har, ið tey eru.

 

Sum námsfrøðingur í Korndalsgarði kemur tú:

– at vera við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum.

– saman við øðrum námsfrøðingum, at hava námsfrøðiliga ábyrgd í gerandisdegnum.

Vit vænta at umsøkjarin:

– er álítandi og samstarvshugaður.
– er nærløgd/nærlagdur.
– er nærverandi.
– megnar at halda fokus á børnini.
– torir at ávirka og taka ábyrgd.

– kann laga seg til arbeiði á stovninum.

 

Setan:

Starvsbyrjan er 1. mars ella eftir avtalu.

Setanarstaðið er Korndalsgarður og við tænastu í løtuni í barnagarðsstovu. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann vera umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Um námsfrøðingur ikki søkir, so verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

 

Meiri fæst at vita um starvið við, at venda sær til Hildur Kruse Sørensen, leiðara, á tel 740410.

Umsókn við prógvum, og møguligum viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 03-02-2021 og skal sendast til korndalsgardur@eidi.fo.