Starvslýsing – VEKS

 

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast tilber.

Talan er um eitt nýtt og spennandi starv har tú at arbeiðir í toymi saman við sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, fysio- og ergoterapeuti og demenssamskipara.

Starvsbrøkur 1,0 – ella eftir avtalu.

Starvið er í dagvaktum, gerandisdagar.

Arbeiðsstaður

Er á/út frá Røktarheiminum á Mørkini í Streymnesi.  sum eisini fevnir um útiøkið í bygdunum í Sunda Kommunu á Streymoynni. Klinisku sjúkrarøktarfrøðingarnir í hesum øki, hava skrivstovu á Mørkini.
Tínar arbeiðsuppgávur vera í høvusheitum:

At veita kliniska sjúkrarøkt
Gera røktagongdir til bogarar í økinum
Miðla og fylgja upp á røktargongdir
Palliativa sjúkrarøkt
Vegleiða og undirvísa starvsfólkum
Hava samrøður við borgarar og avvarðandi
Vegleiða lesandi
Førleikar

Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
Góðan telduførleika
Megnar at hava fleiri bóltar í luftini í senn
Hevur góð evnir at samskifta
Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
Koyrikort til persónbil
Vit vænta at tú hevur áhuga at arbeiða innan eldraøkið, hevur áhuga at arbeiða við røktargongdum og hevur áhuga í at viðvirka til at menna røktina til eldri.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við arbeiðsstaði út frá omanfyri nevndu støðum.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, cv, viðmælum v.m. skal sendast til:

veks@veks.fo

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
FO-350 Vestmanna

 

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 5. august 2022, kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til:

Anniku Torbjarnardóttir, eindarleiðara á Røktarheiminum á Mørkini, á tlf. 793251
Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda Kommunu.

Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara www.veks.fo