Sterkir menn og havið á Eiði

Skrivað hevur Martin Kristofffur Kristiansen.

,,Á Eiði eru nógvir sterkir menn […]”

Hetta syngur Niels Midjord, í sanginum um gráa fordin. Sangurin greiður frá einum longri biltúri í trúfasta og væl slitna bili hansara. Komin til Eiðis, sigur hann tey miklu orð um Eiðismenn.  Meðan sangurin er væl kendur millum fólk flest, er søgan handan útsøgnina helst minni kend.

Eiði er landnámsbygd. Gongur tú tær ein túr runt í bygdini, liggur mest sum ein angi av søgu í luftini.

Havið 

Ein søguligur lutur, ið ikki øll geva sær far um í gerandislívinum, er stóra havið, ið stendur fest mitt í bygdini. Hetta hav verður eisini rópt “havið hjá Jógvani í Glasstovuni.”

Jógvan í Glasstovuni

Jógvan var – og er enn – kendur fyri at hava verið ein prúður og avbera sterkur maður. Kirkjan, sum stóð í 1817, sigst vera bygd av Jógvani. Hendan kirkjan var søgd at vera vakrasta kirkja í Føroyum – Havnar kirkja undantikin.

Hetta stendur skrivað í bókini “Kirkjurnar í Føroyum – Yngru hálvkirkjurnar” eftir J.P. Gregoriussen. Eisini stendur skrivað, at bretin, John Baine, rópti Jógvan ”a northern Hercules”.

Herkules lyftir havið

Sigast má, at John Baine var beinrakin við sínari lýsing av Jógvani – ein Herkules úr norðan. Sum eldri maður, gjørdi hann ikki mætari enn at lyfta tunga havið, ið vigar heili 364,5 kg. Óvist er, akkurát nær hetta bragdið var framt, men mett verður, at tað var í 1770-unum. Tá hevur Jógvan verið nøkur 50 ára gamal.

Heimsins sterkasti maður vitjar á Eiði

Á Eiði hevur altíð verið nógvur ítróttur á skránni – serliga er talan um fótbólt og hondbólt hjá Eiðis Bóltfelag (EB). Í 1980-árunum, var ein íslendskur fótbóltsleikari, nevndur Lárus Grétarsson, og royndi seg hjá EB. Heima í Ìslandi hevði hann styrkisvant saman við Jón Páll Sigmarssyni – Jón Páll var kendur kring heimin um hetta mundið.


Jón Páll Sigmarsson varð av Eiðisfólki lýstur at vera blíður og lítillátin maður.
(Mynd: Physical Culture Study)

Hann vann heitið sum heimsins sterkasti maður fýra ferðir tilsamans.
Í 1987, kom hann til Eiðis at fremja bragd Jógvans eftir. Fólk í bygdini vóru spent eftir at vita, hvussu tað fór at ganga hesum víkingi úr Íslandi. Tá ið alt kom til alt, eydnaðist tað ikki heilt hjá Jón Páll, at lyfta eyðkenda havið.

Um misseydnaða royndin at lyfta Havið fekk nakað fram í honum, skal vera ósagt, men árini eftir vann hann heitið sum heimsins sterkasti maður tvær ferðir.

Lagnan vildi tað so, at Jón Páll slapp aldrin aftur til Eiðis at royna seg. Hann andaðist brádliga, t. 16.01.1993, bert 32 ára gamal.

Søgn ella søga?

Venda vit okkum aftur til gamla Jógvan í Glasstovuni, so er sjálvsagt ilt at vita, um hann í roynd og veru megnaði at lyfta havið. Tað stendur einki niðurskrivað um hesa hending. Gongur man eftir tí, sum stendur skrivað um hendan Herkules úr norðan, so er ikki óhugsandi at hann megnaði at lyfta Havið.

Søgan er gingin munn av munni í fleiri øldir, og í hvørjari søgn er eitt sindur av sannleika – so segði hann. Tað sama man vera galdandi í hesum førið. Staðfestast kann so, at hóast summir hava roynt seg, so hevur ongin annar sterkur maður heilt gjørt honum bragdið eftir – Eiðismaður ella ei.*

* Nakrar aðrar royndir eru gjørdar at lyfta havið. Tó verður ikki sagt frá teimum á hesum sinni.