Stóri ruddingardagurin byrjar kl.09:30 í Hólmahúsinum

Stóri ruddingardagurin verður leygardagin 15. juni 2019.

 

Dagurin:

Øll eru vælkomin til ókeypis felagsmorgunmat í Hólmahúsinum kl. 09:30

Bygdin verður deild í økir og øll fara í felag út at rudda ymisku økini.

Ruskbilurin koyrir runt og posar fáast í Hólmahúsinum.

Kl.14:30 eru øll vælkomin til ókyepis suppu í Hólmahúsinum.

Húskini fáa summarblómur heim við eftir suppuna.

Bingjuplássið hevur opið frá kl.10:00 til kl.19:00

 

G.G. skilagott at møta í arbeiðsklæðum til morgunmatin, so ein sleppur undan at fara heim at skifta áðrenn vit byrja at rudda.