Stórmeistari á vitjan
Heiti “Stórmeistari” kann ljóða sera hábært á okkara leiðum. Hetta kann kennast okkum púra fremmant, men hóast alt var ein slíkur okkara millum um vikuskiftið.
Farna vikuskiftið var talvkapping á skránni í skúlanum á Eiði. Tað var talvfelagið Rókur, sum skipaði fyri kappingini Rókur Open 2021. Luttakarar komu úr øllum landinum. Millum teir 29 telvararnar, var eisini altjóða stórmeistarin Vladimir Hamitevici úr Moldova.
Hann hevur nýliga búsett seg í Klaksvík og var sera uppsettur til kappingina. Millum talvini var hann prátingarsamur og forvitin viðvíkjandi Eiðis bygd. Vladimir gjørdist stórmeistari í 2017, og sambært altjóða talvsambandinum FIDE, hevur hann eina styrkismeting aljóðndi 2461. Hetta var fyrstuferð, at ein stórmeistari vitjaði til eina talvkapping á Eiði.
Hóast avbera friðarligt var í skúlanum, kendist nógvur spenningur við borðini og millum frammøttu telvararnar. Bæði ungir og eldri telvarar møttu til kappingina, sum byrjaði fríggjakvøldi. Áðrenn kappingin byrjaði av álvara, varð práta óført. Tosa var um telving sum heild, og serliga var dentur lagdur á talv ástøði. Teir yngstu telvararnir vístu fram talvkynstur sína millum í spenningi. Stórmeistarin tapti eitt talv. Hetta var ímóti Rógva Egilstoft, sum eisini gjørdist vinnarin av kappingini. Teir sum mannaðu fyrsta til triða pláss vóru allir javnir á 6 stigum.
Høgni Egilstoft Nielsen vann á beiggja sínum, men tapti ímóti Vladimir, sum ósigraði ímóti Rógva.
Sostatt var altso greitt, at Rógvi Egilstoft gjørdist vinnarin av Rókur Open 2021, vegna hægri móstøðustig. Fyrsti vinningurin var 2.000 krónur og eitt ferðasteyp. Eisini legði hann fleiri stig afturat styrkismeting sínari.
Endaliga støðan varð hendan:
Nr. 1 Rógvi Egilstoft 6 stig
Nr. 2 Vladimir Hamitevici 6 stig
Nr. 3 Høgni Egilstoft Nielsen 6 stig
Á fjórða plássi varð Rógvi Mørkøre við 4,5 stigi og einum styrkismetingar vøkstri úr 1201 og til 2000.
Martin Kristoffur Kristiansen