Stórt innsavningarkvøld í Hólmahúsinum

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Týskvøldið 16. september var tað sum sild í tunnu í Hólmahúsinum, har Eiðis skúli skipaði fyri tiltakinum “SAMAN UM KRABBAMEIN”. Tiltakið byrjaði klokkan 18:00, men longu áðrenn hetta var lang bíðirøð uttanfyri.

Komin innum var møguligt at keypa sær grýturætt, sum næmingar í skúlanum høvdu gjørt. Hesin grýturætturin var vælumtóktur millum fjøldina, sum nú sessaðist at eta og práta sínamillum.

Eftir eina løtu tók Tom Joensen, skúlastjóri, orðið, har hann greiddi frá tiltakinum og helt fyri, at hetta fór helst at geva eina góða upphædd til landsinnsavningina hjá Krabbameinsfelagnum, sum hetta tiltak var ein liður í.  

Klokkan 19:00 var tónleikur á skránni við Magnusi á Stongum og Hans Olivur Joensen. Umframt hendan tónleikin var eisini felagssangur á skránni. 

Talan var um eitt sera væl frágingi tiltak, ið óiva fer at gera mun í landsinnsavningini, ið verður 26. oktober.



Myndasavn