Størv at søkja hjá VEKS

Søkt verður eftir heilsuhjálparum, heilsurøktarum og sjúkrarøktarfrøðingi

 

Til Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi:

Heilsuhjápara við brøki 0,8
Sjúkrarøktarfrøðingi við brøki 0,7
Heilsuhjálparum ella heilsurøktarum við brøki 0,7

 

Til Korndalsbýlið á Eiði:

Heilsurøktara við brøki 0,7
Heilsuhjálpara við brøki 0,5

 

Byrjunardagur:

Skjótast tilber

Førleikar:

Vit sóknast eftir fólki sum hava:

Viðkomandi útbúgving
Jaligan hugburð til virksemið, møguligar neyðugar broytingar og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
Telduførleika á brúkarastøði.
Koyrikort til persónbil.
 

Vit kunnu bjóða

Fjølbroytt størv
Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
Skipaða innleiðslu

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

 

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 

Umsókir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til adressuna: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. septembur 2018 kl. 12.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

Kirstin Jensen, leiðara fyri VEKS Eystur, á telefon 793252.
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo