Størv í Heimatænastuni í VEKS

Vit sóknast eftir

Heilsurøktara, brøk 0,7 til Røktarheimið á Mørkini
Heilsurøktara, brøk 0,7 til Korndalsbýlið
Heilsuhjálpara, brøk 0,8 til útiøkið í Sundalagnum
Sjúkrarøktarfrøðingi, brøk 0,6 til Heimið á Grønanesi og útiøkið Vestmanna/Kvívík

 

Byrjunardagur

Skjótast tilber.

 

Førleikar

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

Viðkomandi útbúgving og góðkenning

Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
Telduførleika á brúkarastøði.
Koyrikort til persónbil.
 

Vit kunnu bjóða

Fjølbroytt størv
Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
Skipaða innleiðslu

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 

Umsókir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 21. mars 2019, kl. 12:00.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

Miu Pedersen, leiðara fyri VEKS Vestur, á telefon 793231.
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo