Størv í Heimatænastuni í VEKS

Størv í Heimatænastuni í VEKS

 

Størv eru leys at søkja:

 

Vit sóknast eftir

Heilsuhjálparum, starvsbrøk eftir nærri avtalu
Sjúkrarøktarfrøðingi, starvsbrøk 0,7. Vit tilskilað okkum rætt til at seta annan fakbólk í tíðaravmarkað starv, um ikki skikkað umsókn fyriliggur.

Størvini eru til virksemið okkara í VEKS Eystur, sum í høvuðsheitum fevnir um tænastur til borgarar í Eiðis- og Sunda kommunu.

 

Byrjunardagur

Skjótast tilber.

Førleikar

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

 

Viðkomandi útbúgving og góðkenning
Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.
Telduførleika á brúkarastøði.
Koyrikort til persónbil.
Vit kunnu bjóða

 

Fjølbroytt størv
Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
Skipaða innleiðslu

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá støðunum, sum nevnd eru omanfyri.

 

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 

Umsókir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til adressuna: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. januar 2019, kl. 12:00.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

Kirstin Jensen, leiðara fyri VEKS Eystur, á telefon 793252.
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, er á heimasíðuni www.veks.fo