Summartónar: Barnakonsert við Unci Dunci Trinci

Ókeypis barnakonsert verður í Kolshøll 30. august klokkan 16:00 við italsku duettini Unci Dunci Trinci

Unci dunci trinci er ein konsert fyri børn – ein stuttlig blanding av søgum, sangum, rímum og gomlum fólka­spølum, spælt við alskyns ljóðførum. Harmonikkur, gittarar, okarinur, floytur, floytupípur, sekkjapípur og stórar trummur.

Við væl umtóktum sangum sum “Alla fiera di Mastr’André”, “Mosca e mora”, “La storiella delle fate”, “La pecora è nel bosco” og “Lune la fune”, bjóðar Unci dunci trinci børnunum at kanna nýggj ljóð og sangir, at lata hugflogi fara á flog og at stíga inn í tónleikaheimin fyri fyrstu ferð.

Í Kolshøll, 30 august klokkan 16:00.