Telving á Eiði

Hvørt týskvøld klokkan 20:00 er telving á skránni í skúlanum á Eiði, har endurstovnaða talvfelagið fyri Eiði og Sundalagið, ið nevnist Rókur, heldur til. Talvfólk og kaffi standa á borðunum hvørt um annað, og á andlitsbráðum sæst, at hvør leikur er væl viðgjørdur og gjøgnumhugsaður.

Elsti skrásetti talvdystur varð spældur í 1475. Skipað talvvirksemi á Eiði er tó ikki heilt so gamalt. Sigast kann, at tá ið Talvsamband Føroya hevði stovnandi fund í Tórshavn 14. februar 1970, var táverandi talvfelagið á Eiði millum stovnandi feløgini.

Endurstovnaða felagið byrjaði sítt virksemi í 2017 og luttekur í 3. deild hjá Talvsambandi Føroya við áleið 10 limum.
Eisini skipar felagið fyri barnatelving. Tað er hvønn hósdag klokkan 16:00, og
tað gongur eisini fyri seg í skúlanum.

Hetta kvøldið var ein ungur spíri millum vaksnu telvararnar, og evnini hjá honum boða frá, at ungdomsarbeiðið í felagnum gongur væl.

 

Í hesum kappingarárinum hevur gingið væl hjá felagnum, tá ið hugsað verður um, at á stigatalvuni standa 6 stig. Hetta er framgongd á 3 stig í mun til farna kappingarár

 

Spurdur um málsetningar felagsins sigur Rógvi E. Nielsen, at fremsta málið er at halda felagið koyrandi og at fáa fleiri limir úr Sundalagnum.
Langtíðarmálið er at savna fleiri stig saman.

 

Eitt kappingarár fevnir um 10 umfør og komandi umfar verður 22 januar.