Temakvøld um bygging og umbygging
Mikukvøldið 6 oktober skipar BankNordik fyri temakvøldi um bygging og umbygging. Ì einum faldara, sum er borðin út til borgarar í kommununi, verður skrivað soleiðis:
” Hvat skalt tú hugsa um, tá ið tú teknar títt dreymaheiminum, og hvat slag av orkuskipan loysir seg best at velja? Hesir og nógvir arðir spyrningar verða svaraðir á temakvøldinum um bygging og umbygging, har tú fært bæði kunning og íblástur.”
Tiltakið verður í Hólmahúsinum og byrja verður klokkan 19:30. Tekna teg til tiltakið á heimasíðuni http://banknordik.fo/bygging
Tiltakið er ókeypis.
Umframt hetta, vera ráðgevar hjá BankNordik tøkir til eitt prát mánadagin, 11 oktober frá klokkan 09:00 – 16:00. Talan er um ráðgevararnar, Anni Isaksen og Esben H. Debes.
Bílegg ein fund við annan teirra á ávikavist tlf. 330 318 ella 330 278. Eisini ber til, at seta seg í samband við tey gjøgnum teldupost. Teldupost adressur teirra eru ávikavist ai@banknordik.fo og ehd@banknordik.fo