Terapeutar til VEKS

Søkt verður eftir:

3 fysioterapeutum

  1 ergoterapeuti

  1 ergoterapeuti – farloyvisstarv til tann 31/10-2024

til nýggja terapeutiska toymið hjá VEKS.

Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu.

Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran.

Terapeutiska toymið hevur m.a. til endamáls, at borgarar 67+ í VEKS:

·         Verða møtt, har tey eru á lívsleið síni.

·         At tey í mest møguligan mun, varðveita lívsgóðsku sína.

·         At tey verða stimbrað likamliga, sálarliga og sosialt.

·         At tey varðveita eini góð og innihaldsrík ellisár heima.

ARBEIÐSUPPGÁVUR:

·         At veita terapeutiskar tænastur og ráðgeving til borgarar og starvsfelagar.

·         At viðvirka til trivna og fakliga menning.

·         At samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi.

Sum partur av nýstovnaða terapeutiska toyminum, fært tú møguleika at seta dám á tilboðini, VEKS fer at bjóða borgarum sínum.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar og persónligar avbjóðingar, har tú bæði kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við m.a. leiðslu, starvsfólk, borgarar og avvarðandi.

FØRLEIKAKRØV:

·         Prógv og góðkenning sum fysio- ella ergoterapeutur.

·         Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga.

·         KT- førleika á brúkarastøði.

·         Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni

Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar søkja, tilskila vit okkum rætt at seta onnur í tíðaravmarkað starv.

SETANARVIÐURSKIFTI:

Starvið verður at seta pr. 1. september 2023 ella eftir nærri avtalu, og verður lønt smb. sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya/Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið og  Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN:

Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og viðmerkjast “Terapeutur í VEKS”. Umsóknarfreistin er hósdagin tann 24. august 2023 klokkan 12.00

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rannvá á Skálum, leiðara tlf. 584672,  ella við telduposti til veks@veks.fo.

_ _ _

VEKS ynskir at veita somu tænastur til sama tørv. VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti (integreraðari skipan), har ymisku tænastueindirnar skulu virka í samljóð hvør við aðra.

Meira kunning um VEKS sæst á heimasíðu okkara veks.fo