Tíðindaskriv frá Føroya Tele
Mikudagin 24.08.22 frá klokkan 10 til 12 verður arbeitt við farnetinum á Eiði. Hesa løtuna verður einki fartelefonsamband í økinum og har um leiðir. Breiðbandið og fastnettelefonin verða ikki ávirkað.
Arbeiðið er liður í verkinum at skifta alt farnetið hjá Føroya Tele út við nútímans 5G-farnet. Nýggj útgerð verður sett upp á 187 plássum, umframt at 34 nýggjar mastrar verða uppsettar. Talan er um stórarbeiði, sum Ericsson og Føroya Tele gera saman.
Á ft.fo/5g kanst tú lesa meira um arbeiðið og síggja tíðarætlanina. Har kanst tú eisini síggja hentleikarnar við nýggja 5G-netinum.
Ætlandi verður tendrað fyri 5G um ársskiftið – í øllum Føroyum í senn. Hevur tú okkurt at spyrja um, set teg í samband við Føroya Tele á ft@ft.fo ella ring til okkara á 30 30 30.