Tíðindaskriv frá VEKS

VEKS tillagar egingjøldini

Fyri at menna tænastustøði, og framtíðartryggja eldrarøktina, tillagar VEKS egingjøld hjá
borgarum, ið fáa tænastur frá VEKS.

Egingjøldini hava verið tey somu, síðan kommununar yvirtóku eldraøkið í 2015. Síðan tá er
kostnaðarstøðið hækkað munandi, uttan at egingjøldini hava fylgt við. Tí er talan um neyðugar
tillagingar, um tænastustøðið skal haldast og mennast.

Vestmanna -, Kvívíkar -, Sunda – og Eiðis kommunur mynda VEKS samstarvið, og stýrið fyri
VEKS er mannað av borgarstjórunum og bygdar- og býráðslimum í hesum kommunum. Tað er eitt
samt stýri, ið hevur samtykt tillagingarnar.

– Vit vilja tryggja okkara borgarum góð og virðilig eillisár og okkara starvsfólki góðar
arbeiðsumstøður, sigur Jógvan Kruse, stýrisformaður í VEKS.
VEKS vil støðugt menna tænasturnar til borgararnar. Sum ein liður í hesum bjóðar VEKS í næstum
Dagdvølju í Vestmanna og í Streymnesi. Dagdvølja er eitt dagtilboð til borgarar, ið búgva heima,
men hava tørv á samveru og hjálp í dagtímunum. Eitt av nýggju gjøldunum er fyri hesa tænastu.

Umframt dagføringar av summum egingjøldum, verða nøkur nýggj gjøld ásett, eitt nú fyri reingerð,
inkontinent vørur, umframt eitt gjald fyri útbúnað og innskriving.
Nýggju egingjøldini eru galdandi frá 1. juli 2022. Teir borgarar, ið fáa broytt egingjald, verða
kunnaðir.