Tími jarðarinnar – Eitt tiltak umhvørvinum til frama.
22. mars 2021
Leygardagin 27 mars, verður altjóða tiltakið, Tími Jarðarinnar ella “Earth Hour” á skránni. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, ið var hildið á fyrsta sinni í 2007 í Avstralia.
Endamálið við tiltakinum er, at varpa ljós á umhvørvi. Hetta verður gjørt við at sløkkja ljósini í ein tíma. Í hesum sambandi, sløkkir Eiðis kommuna øll gøtuljósini klokkan 20:30 og ein tíma fram.