Tom Joensen fyrstilærari í 20 ár

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Fríggjadagin 6. september var rennidagur í Eiðis skúla. Í hesum sambandi vóru tvey hátíðarhald mest sum koyrd saman í eitt. Her kemur ein grein um fyrra hátíðarhaldi. Seinna hátíðarhaldi verður lýst í einari grein fyri seg.  

Í samband við at Tom Joensen hevur røkt starvið sum fyrstilærari í Eiðis skúla í 20 ár, var hátíðarhald á skránni í miðhøll skúlans. Eftir at børnini høvdu sungi morgunsang, sum tey gera hvønn fríggjamorgun, bar Annsy Høghamar, borgarstjóri, fram røðu, og handaði Tom blómutyssi. Í røðuni segði hon millum annað, at tað er ikki lætt at fevna um 20 ár við nøkrum fáum orðum. 20 ár eru jú ikki 20 dagar, sum tikið verður til.    

Eiðis kommuna vil við hesum ynskja Tom hjartaliga tillukku við starvsdegnum og blíðan byr framyvir.