
Tórshavnar Kamarkór í Mentanarhøllini (Stutt konsert)
Leygardagin 7. mars kl. 17.00 fer Tórshavnar Kamarkór at hava stutta konsert í Mentanarhøllini á Eiði.
Konsertin verður í samband við at kóri hendan leygardagin er og venur í høllini. Framført verður úr skránni til komandi konsertinar hjá kórinum, bæði nýtt og eldri tilfar.
Kamarkórið er stjórnað av Bernharði Wilkinson. Bernharður Wilkinson hevur verið virkin í mong ár innan tónleikaheimin. Sum smádrongur byrjaði hann at syngja í dreingjakórinum í Westminster Abbey
í London. Í 1969 fór hann á lærda háskúlan í tónleiki í Manchester.
Ì yrkisleið sínari hevur hann framført kring heimin og í kendum hølum.
millum annað í operahúsinum í Sydney, Hørpuni í Íslandi og Carnegie Hall.
í 2009 gjørdist Wilkinson kórleiðari fyri Tórshavnar Kamarkór.
Kóri varð stovnsett í 1985 av Òlavi Jøkladal og telur áleið 30 limir.
Ein av kendastu framførslunum kann hoyrast her
Øll eru hjartaliga vælkomin til konsertina.