Tveir fysioterapeutar til VEKS

Søkt verður eftir tveimum fysioterapeutum at seta skjótast gjørligt.

Starvsbrøkur eftir nærri avtalu.

VEKS arbeiðir m.a. við at menna terapeutiska tilboðið, soleiðis at vit eisini kunnu veita skipaði stutttíðar døgnpláss í samband við rehabilitering, á einum av heimum okkara.

 

Førleikakrøv

·         Útbúgving og góðkenning sum fysioterapeutur.

·         Góð samstarvs- og samskiftisevni.

·         Telduførleika á brúkarastøði.

·         Koyrikort til persónbil.

Arbeiðsuppgávur

·         Leggja til rættis, útføra, miðla og gera uppfylging av venjing og endurvenjing hjá tí einstaka borgaranum.

·         Gera terapeutiskar metingar av borgarum, umstøðum borgarin virkar í, og tørvi á neyðugum hjálpartólum.

·         Skjalfesta, miðla og fylgja upp uppá venjingarætlanir á felags KT palli.

·         Arbeiða í tvørfakligum toymi í samband við borgaragongdir, m.a. í samband við visitering, heimavitjan, endurvenjing, inn- og útskriving av stovni.

·         Hava samrøður við borgarar og avvarðandi.

·         Vegleiða og undirvísa starvsfólkum.

·         Vegleiða lesandi.

·         Handfaring og goymsla av hjálpartólum.

 

 

Vit kunnu bjóða

·         Góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar, har tú fært møguleika at seta tín dám á, og verða partur av framhaldandi menning av tilboðum og tænastum.

·         Dugnaligar starvsfelagar.

·         Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.

 

Setanarstað og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/ Kommunala Arbeiðsgevarefelagið og Fysioterapeutfelagið.

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (cv), viðmælum v.m. skal sendast til

veks@veks.fo

ella

Heimatænastan í VEKS
Bakkavegur 59
350 Vestmanna

 

Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. oktobur 2022, kl. 12:00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til

Niels A. Joensen, tlf. 260552 ella teldupost nielsj@veks.fo

_ _ _ _ _

Heimatænastan í VEKS er eitt kommunalt samstarv ímillum Vestmanna- Eiðis-,

Kvívíkar- og Sunda Kommunu. Nærri lýsing av virkseminum sæst á heimasíðu okkara veks.fo