Týning av rottu í Eiðis kommunu
Hvussu verja vit okkum fyri rottum á bestan hátt?
Lógin áleggur hvørjum einstøkum ognara í mestan mun at avmarka livimøguleikarnar hjá rottu á ogn síni. Hetta merkir millum annað, at grundøki, hús og innleggingar, t.d. kloakk, skulu vera í so góðum standi sum yvirhøvur gjørligt. Harvið minka møguleikarnir hjá rottuni at fáa fastatøkur.
Lógin áleggur kommunum at skipa fyri ókeypis týning av rottum. Tað merkir, at hvør einstakur, ið hevur trupulleikar av rottu, kann venda sær til kommununa um hjálp og samstundis fáa vegleiðing um, hvussu best verður byrgt upp fyri rottum.
Kommunan skipar týning við útvald støð, s.s. við úthús, bøgarðar, við áir og løkir og við matvøruvirkir
Burturkast og órudd uttandura eigur at verða burturbeint
Fóður og matleivdir eiga ikki at liggja og flóta uttandura. Tílíkt rusk eigur at verða gjørt til sankutøð ella at latast ruskinnsavningini.
Slógv og burturkast frá slakti eigur at verða koyrt á Endurnýtsluna ella til IRF.
Tveit ikki rusk í náttúruni!
Um tú hevur hønur ella annan flogfenað á ogn tíni, ella um tú gevur fuglum, mást tú ansa væl eftir
ikki at geva ov nógv. Vandin fyri rottum er í slíkum førum stórur.a
Gev ikki fuglum meiri enn etið verður ein dag. Fá tær fóðurbretti til fuglarnar.
Innandura
Rotta sleppur inn gjøgnum hol, ið eru stødd við eina fimmkrónu.
Rivur og hol í bygningum eiga tískil at verða umvæld. Hurðar og vindeygu til lofts- og kjallararúm, ið ikki verða nýtt, eiga at verða latin aftur.
Frárensl eiga at vera tøtt, og brot eiga at verða umvæld beinanvegin.
Hvussu veit ein, at vandi er á ferð?
Rotta er stygg og varlig og ger oftast um seg um náttina. Tí er ikki ofta, at fólk varnast livandi rottu. Sæst rotta í dagslýsi, er tað tekin um, at nógv rotta er til, ella hevur rottan etið gift. Uttandura verður rotta ofta avdúkað av holum í lendinum.
Í óbygdum øki eru hol við grevstrartilfari ofta tekin um rottu. Eitt runt hol, uttan grevstrartilfar, nærhendis kloakkleiðingum er ofta tekin um rottu og kloakskaða.
Um rotta er leingi innandura, sæst farvegur á bjálkum, gólvi, veggjum og líknandi støðum. Rottan letur eftir seg brúnliga slóð av landi og kertlavági. Rottan nýtir hesa slóð at miða seg eftir.
Um náttina kann skavan og krutlan á loftinum og millum skins og hold stava frá rottum, men oftast er tað bara tað rottan leggur eftir sær sum sæst – serliga trekkurin.
Fráboðan
Mest umráðandi í stríðnum móti rottu, eru tær fráboðanir, ið kommunan fær frá borgarunum.
Tí er umráðandi, at tann ið sær rottu ella farvegin eftir rottu, beinanvegin vendir sær til Eiðis kommunuu. Skal rottutýningin eydnast til fulnar, eigur fólk við kunnleika at skipa fyri.
Um tú hevur trupulleikar av rottum ella hevur sæð rottu, skalt tú venda tær til Odd Ejdesgaard, á tlf. 740445. Tilber eisini at senda teldupost til eidi@eidi.fo.