Ung í arbeiði 2020
Nú ber til at tekna seg til “ung í arbeiði”. Í ár verður arbeitt vikurnar 26 og 27 frá 22 juni til og við 3 juli.
Ung, ið fara í 8. flokk, 9. flokk ella 10. flokk í august 2020, fáa arbeiði í 14 dagar.
Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 8.00 á morgni, og klokkan 16.00 seinnapartin er arbeiðsdagurin liðugur. Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.
Tey, sum eru áhugað í hesum tilboðið, verða biðin um at seta seg í samband við kommununa á tlf. nr. 200400 ella við at senda ein teldupost til eidi@eidi.fo, í seinasta lagi 18. juni kl 16.00.
Við tilmelding skal upplýsast navn, bústaður, føðiár, telefonnummar, email, kontonummar, eftirlønarkontonummar og flokkur.