Ung í arbeiði 2021

Nú ber til at tekna seg til “ung í arbeiði”. Í ár verður arbeitt vikurnar 25 og 26 frá 21. juni til og við 2. juli.

Ung, ið fara í 8. flokk,  9. flokk ella 10. flokk í august 2021, fáa arbeiði í 14 dagar.

Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 8.00 á morgni, og klokkan 16.00 seinnapartin er arbeiðsdagurin liðugur. Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.

Tey, sum eru áhugað í hesum tilboðið, verða biðin um at seta seg í samband við kommununa á tlf. nr. 200400 ella við at senda ein teldupost til eidi@eidi.fo,  í seinasta lagi 17. juni kl 16.00.

Við tilmelding skal upplýsast navn, bústaður, føðiár, telefonnummar, email,  kontonummar, eftirlønarkontonummar og flokkur.