
Ung í arbeiði 2022 takka fyri seg
8. juli 2022
Í dag er seinasti dagur hjá ungum í arbeiði á hesum sinni. Millum stóru uppgávurnar í ár, var eitt hús til børnini í Eiðis kommunu.
Í gjár var reisigildi í Múlavík, har húsið stendur. Teir røsku ungdómarnir fingu sunkist og annað gott at leska sær við, meðan tey kundu skoða verkið.
Merkið var vundið í húnar hátt, nú húsini stóðu klár til børnini at nýta.