Ung í arbeiði 2022
Nú ber til at tekna seg til “ung í arbeiði”. Í ár verður arbeitt vikurnar 26 og 27 frá 27. juni til og við 8. juli.
Ung, ið fara í 8. flokk, 9. flokk ella 10. flokk í august 2022, fáa arbeiði í 14 dagar.
Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 8.00 á morgni, og klokkan 16.00 seinnapartin er arbeiðsdagurin liðugur. Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.
Tey, sum eru áhugað í hesum tilboðið, verða biðin um at seta seg í samband við kommununa á tlf. nr. 200400 ella við at senda ein teldupost til eidi@eidi.fo, í seinasta lagi 16. juni kl 16.00.
Við tilmelding skal upplýsast navn, bústaður, føðiár, telefonnummar, email, kontonummar, eftirlønarkontonummar og flokkur.