Ung í arbeiði 2023
10. juli 2023
Aftur í ár vístu tey ungu í Eiðis kommunu, at tey eru røsk at arbeiða.
Ung í arbeiði hevði sín fyrsta dag 26. juni og arbeitt varð tvær vikur fram. Uppgávurnar í ár fevndu um ymiskar fríðkanaruppgávur, so sum at mála girðingina runt um fótbóltsvøllin við skúlan, mála benkurnar sum standa ymsastaðni í bygdini, hampa um og sláa kirkjugarðin og annað fyrifallandi arbeiði í kommununi.
Hátíðarhald var Uppi á Grind, Fríggjadagin 7. juli, har tey ungu fingu pylsur, breyð og annað gott.
Í ár vóru tey 21 í talið, og komu tey væl við, sum hjálpandi hond hjá arbeiðsmonnunum.
Eiðis kommuna vil við hesum takka fyri tað góða arbeiði.