Ung í arbeiði 2025

Nú ber til at tekna seg til “ung í arbeiði”. Í ár verður arbeitt vikurnar 26 og 27 frá 23. juni til og við 4. juli.

Ung, ið fara í 9. og, 10. flokk í august 2025 fáa arbeiði í 14 dagar.

Arbeiðstíðin er átta tímar dagliga, fimm dagar um vikuna. Møtt verður klokkan 8.00 á morgni, og klokkan 16.00 seinnapartin er arbeiðsdagurin liðugur.

Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag umframt frítíðarløn.

Tey, sum eru áhugað í hesum tilboði, verða biðin um at seta seg í samband við kommununa á tlf. nr. 200400 ella við at senda ein teldupost til eidi@eidi.fo, í seinasta lagi 16. juni kl 16.00.

Við tilmelding skal upplýsast navn, bústaður, føðiár, telefonnummar, teldupostur, kontonummar, eftirlønarkontonummar, flokkur, og møguligar avbjóðingar í samband við heilsu.