
Ung í arbeiði 2025: Orð og myndir
4. juli 2025
Orð: Martin Kristoffur Kristiansen.
Myndir: Martin Kristoffur Kristiansen/Tove K. Samuelsen.
Fríggjadagin 4. juli varð skipa fyri hugnaløtu fyri teimum sum hava verið í starvi hjá kommununi ísv. ung í arbeiði.
Eins og undanfarin ár, var talan um væl frágingi arbeiði. Allar bygdirnar í Eiðis kommunu skína, eftir hesar báðar vikurnar við arbeiðssomu og dugnaligu unglingunum.
Umframt tær afturvendandi uppgávurnar kann nevnast, at gamli Hvítisteinur, ið ikki hevur verið serliga hvítur í longri tíð, er nú málaður aftur.
Við hesum vil Eiðis kommuna takka øllum luttakarunum fyri ung í arbeiði í ár.