Ung í arbeiði 2026 av bakkastokki

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen. 

Mánadagin 22. juni fór ársins ung í arbeiði tiltak í gongd. Dagurin byrjaði á verkstaðnum hjá Eiðis kommunu Uppi á Grind, har tey ungu fingu kunning um hvussu dagarnir vera skipaðir og hvørjar uppgávurnar vera. Eftir hesa kunning segði Jógvan í Skorini, borgarstjóri, nøkur orð. Hann greiddi frá, at ætlanin við tiltakinum er at tey læra nakað, og fáa fyrireiking til vaksna lívið. Eisini fegnaðist hann um, at so nógvar tilmeldingar eru til ársins Ung í arbeiði. 

Sum nakað nýtt í ár hava tey ikki telefonirnar við til arbeiðis. Áðrenn dagarnir byrjað verða allar telefonir lagdar í ein kassa, har tær kunnu heintast eftir loknan arbeiðsdag. 

Við hesum fóru rasku unglingarnir til verka, og fara tey at síggjast nógv í gerandisdegnum komandi tvær vikurnar. Vit heita á allar borgarar um at vísa teimum ans í ferðsluni.