Ung í arbeiði liðug fyri í ár

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Í ár fóru ung í arbeiði av bakkastokki 24. juni. Hendan mánamorgun savnaðist unga arbeiðsfólki og kommunalu umboðini á verkstaðnum hjá Eiðis kommunu. Fyri framman lógu tvær vikur av fjølbroyttum uppgávum. Borgarstjórin í Eiðis kommunu hevði nøkur góð orð til ungdómarnar, har hon vísti á týdningin av slíkum arbeiði og segði teimum, at kommunan møguliga heitir á tey raskastu børnini aftur seinni.

Uppgávurnar vóru fleiri og børnini vóru deild upp í bólkar, alt eftir hvar tey skuldu arbeiða. Summi teirra vóru í Múlavík, har tey plantaðu kaprifoliir, løgdu nýggjan sand omaná partar av gongugøtuni og gravaðu veit. Grasi skuldi eisini sláast ymsastaðni, og var hendan uppgávan eins væl frágingin og hinar.

Ein av uppgávunum ið flest okkara, ið hava roynt ung í arbeiði munnu minnast, er lúkingin. Fyri ungdómarnar í ár var hendan uppgávan heldur einki undantak, tí lúkast skuldi á fleiri støðum í kommununi.

Hesar vóru bara nakrar av uppgávum hjá røsku børnunum. Eiðis kommuna takkar teimum fyri hesar vikurnar.

Seinnapartin fríggjadagin 5. Juli var hátíðarhald í Hólmahúsinum fyri ungu arbeiðsfólkunum, nú tey vóru liðug fyri í ár.

 

 

Myndasavn