Ung í arbeiði liðug fyri í ár

Aftur í ár var tiltakið “Ung í arbeiði” á skránni. Umfríðkanar arbeiði fór millum annað fram í Múlavík, í Gamla kirkjugarði og á Kastalag. Arbeitt var væl og miðvíst, fyri at fríðka um kring bygdina.

Umfríðkanarkvinnan hjá Eiðis kommunu, Sonja Schneider, sigur at hon ikki áður hevur sæð eina bygd broytast so nógv eftir so stutta tíð. 

Eisini byrjaðu tey tað stórarbeiði, at fríðka um gamla fiskastykki niðanfyri kirkjuna, sum í mong ár var nýtt til at turkað fisk. Eftir ætlan skal fiskastykki so líðandi gerast aftur í upprunalíki.


Fiskakonur til arbeiðis á fiskastykkinum.  

 
Eiðis kommuna vil við hesum takka raska ungdóminum fyri gott arbeiði.



 

 

 

Myndasavn