Ungdómsráð og ungdómshús í Eiðis kommunu

Eiðis kommuna raðfestir ungdómin. Í hesum sambandi er eitt ungdómsráð valt, sum skal verða eitt millumlið millum bygdaráðið og tey ungu í kommununi. Í ungdómsráðnum eru ung úr 6. flokki og upp til 10. flokk. Harafturat eru tvey umboð fyri bygdaráðið.

 


Fyrsta ungdómsráðið í Eiðis kommunu: Tove, Ella, Ári, Viktoria, Fríða, Klára Døgg og Anita

 

Ungdómshús

Í næstum letur Eiðis kommuna upp eitt ungdómshús, sum fer at húsast í sama bygningi sum frítíðarskúlin. Ungdómstilboðið er ætlað ungum frá 4. flokki og upp til 10. flokk. Tað verða Jónfríð Jóanesarson og Hans Olivur Joensen, sum koma at taka sær av ungdómshúsinum.