Upprunin hjá Eiðis Bóltfelag
Á einum fundi fyrst í 20. øld varð avgjørt, at setast skuldi á stovn eitt nýtt fótbóltsfelag.
Tað var Mánadagin, 24 februar í 1913, at “Eide boldklub”, seinni Eiðis Bóltfelag,
varð sett á stovn, sum fyrsta fótbóltsfelagið í Eysturoynni.
Áhugin millum Eiðisfólk var stórur og alt fyri eitt, vóru limirnir 40 í tali.
Tað var beinanvegin fari at leita eftir hóskandi økið, til at gera ein leikvøll.
Felagið leigaði sær eitt hagastykki á Mølini, fyri 6 krónur um árið.
í 1914 varð limagjaldi sett til 3 krónur um árið fyri virknar limir, og 1 krónu um árið fyri óvirknar limir. Hetta til tess, at fíggja vallar fyrireikingunum. Álagt varð hvørjum einstøkum limið, at arbeiða uppá vøllin í 10 dagar um árið í nakrar vetrar.
í 1916 vildu fuglfirðingar sleppa til Eiðis, at royna seg ímóti EB. Eiðismenn góvu tað svar, at fuglfirðingar vóru vælkomnir men vøllurin var ikki í góðum standi. Tá hevur hann helst ikki verði meir enn 35 favnar langur og áleið 15 breiður.
Fuglfirðingar komu norður, men partarnir samdust um, at leikast skuldi við 9 monnum á hvørjum liðið.
16. Februar í 1916, helt felagið sín fyrsta regluliga aðalfund, og tá varð nýggj felagslóg samtykt.
Nevndin varð skipa, við Øliver Øster sum formanni, og Hans Jacob Joensen sum kassameistara. Hinir í nevndini vóru, læknin Gudmund Effersøe, Anton Ellingsgaard, Olaf Ellingsgaard og Johan Hendrik Hansen.
Fyrstu árini varð leikt ímóti fuglfirðingum, lorvíkingum og gøtumonnum. Tað var ikki fyrenn undir krígnum, at fari var til Havnar og Klaksvíkar at spæla fótbólt. Fótbólturin fánaði nógv á Eiði um hetta mundi, av tí at menn fóru til skips og tí var torført at manna lið.
sum 1940-árini gingu var greitt, at Eiði gjørdist nú hondbóltsbygd heldur enn fótbóltsbygd.
Ùrslitini í hondbóltskappingunum hjá bæði kvinnum og monnum vóru munandi betri enn í fótbóltinum. Bæði menn og kvinnur spældu í bestu hondbóltsdeildunum meðan fótbóltsliðið ongantíð megnaði, at koma sær upp í bestu deildina.
Ì 1945 byrjaði lærarin á Eiði, Andreas Thomsen, ið var ættaður úr Gøtu, at spæla hondbólt við ungdóminum. Fyrstu árini, var EB ikki við í bestu hondbóltskappingini, sum byrjaði í 1943 men í 1947 meldaðu tey tvey kvinnulið til kappingina.
Hetta sama kappingarárið, gjørdu hondbóltskvinnurnar av Eiði bart, og vunnu landskappingina bæði í bestu og næstbestu deildini. Finalan í bestu deildini, varð leikt ímóti Vípuni av Sandi, á nýggja hondbóltsvøllinum í Gundadali.
Endaliga úrslitið hendan finaludagin, var 7-3 til EB kvinnurnar og vunnu tær hervið meistaraheitið í bestu hondbóltsdeildini.
Hendan greinin er ein sammanseting, av nógvum og góðum tilfarið, ið var skrivað av Vagni Michelsen, í samband við 100 ára dag felagsins. Alt hetta tilfar er at finna á hesum viðheftu leinkjum:
http://www.hvannrok.fo/2013/02/26/ur-myndasavninum-eidis-boltfelag-fylti-100-ar-24-februar-1/
http://www.hvannrok.fo/2013/03/06/eidis-boltfelag-100-ar-tey-mattu-byrja-heilt-umaftur-3/
Martin K. Kristiansen