Útbjóðing av íbúðarbygging vestan fyri Frælsi á Eiði

Eiðis kommuna bjóðar økið á gamla kampingøkinum vestan fyri Frælsið út til íbúðarbygging. Tað stendur teimum bjóðandi opið, hvussu byggingin sær út og hvat slagið av íbúðum verður. Tað skulu verða minst 5 íbúðir og kommunan sær helst, at talan er um fjølbroyttar bústaðarmøguleikar og bygging, sum fellur væl inn í tað vakra landslagi. Tilfarið fæst við at við at trýsta á hesa leinkjurnar niðanfyri.

Lýsing

Tilboðsoyðublað

Útbjóðingartilfar

Freistin fyri at lata boð inn er hósdagin tann 25. juni 2020 kl. 12

Fyrispurningar viðvíkjandi útbjóðingini skulu stílast til Djóna Thomassen, adv., Bøgøta 16, Postboks 164, 110 Tórshavn, ella á telefon +298788400 ella við teldubræv til djoni@adv.fo. Fyrispurningar verða svaraðir skriftliga. Tað framgongur ikki, hvør setti fyrispurningin.

Fyrispurningur og svar og møguligar rættingar verða send til øll, ið hava skrásett seg við navni, bústaði, teldupostadressu og telefon nr. við at senda hesar upplýsingar til djoni@adv.fo og viðmerkja j.nr. 10106/dt.