Valevnislistar

Soleiðis sum lýst av Heilsu og Innlendismálaráðnum verður val til føroysku kommunurnar týsdagin, tann 10. november 2020.

 

Valevnislistar skulu latast valnevndarformanninum í avvarandi kommunu ella kommununi.

 

Valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommuni ( kommunuskrivstovuni ) í hendi í seinasta lagi týsdagin 20. oktober 2020 kl. 18.00.

 

Í kommunum við færri enn 1000 íbúgvum skal valevnislistin vera undirskrivaður av í minsta lagi 10 og í mesta lagi 25 stillarum, og hjálagdur skal vera ein serligur listi yvir stillarnar, har teir eru skilliga lýstir við navni, starvi og bústaði. Listin skal vera latin inn av einum stillara, og hesin hevur rætt til á einum avriti av valevnislistanum at fáa kvittan frá formanninum ella kommununi fyri, at listin er móttikin og nær. Ein persónur kann bert vera stillari á einum lista. Er ein persónur stillari á fleiri listum, verður hann at strika á øllum.

 

Ein listi kann hava færri og mesta lagi 4 valevni fleiri enn tað samlaða talið av bygdaráðslimum, ið skulu verða valdir.

 

Eru ivamál ber til at venda sær til valnevndarformanni ella til kommununa.

 

 

Eiði, tann 01. oktober 2020

 

Regin Ellingsgaard, valnevndarformaður