
Vallistin liggur alment frammi
9. oktober 2024
Tað verður hervið kunngjørt, at vallistin yvir valbaru persónar til kommunuvalið, tann 12. november 2024, liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligu avgreiðslutíðini.
Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella, at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi týsdagin, tann 29. oktober 2024.