Vár konsert – Myndir og frásøgn

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Týskvøldið klokkan 17:00 var várkonsert á skránni í Kolshøll. Hurðin gekk týtt inn í høllina, nú foreldur, ommur og abbar og onnur komu at lurta eftir dugnaligu næmingunum hjá Norðljómi. Kvøldið byrjaði við, at skúlaleiðarin, Oddur Magnusson, bjóðaði fjøldini vælkomnari, og greiddi stutt frá, hvussu framførslan fór at ganga fyri seg.

Eftir hetta varð byrjað við klassiska verkinum hjá Ludwig van Beethoven, sum hevur upprunaheitið “Ode an de freude”. Leysliga yvirsett merkir heitið “Kvøða til fagnaðin”. Upprunaliga er tað ein yrking av týska Friedrich Schiller, sum hann skrivaði í 1785. Hendan framførslan gekk væl, og lógvabrestirnir ljómaðu í høllini.

Beethoven var ikki einasta klassiska verkið, ið varð framført hetta kvøldið, tí eftir hetta var helst kendasta verkið eftir norska Edvard Grieg, “Í høll fjallakongsins”, kanska betri kent við enska heitinum “In the hall of the Mountain King” framført.

Umframt hesi klassisku inngløgini, vóru eisini einstaklingaframførslur á skránni. Telduspæls- og filmstónleikur vóru høvuðsevnini fyri hesar dugnaligu einstaklingarnar, sum spældu klaver og ymisk blásturljóðføri. Millum annað vóru eyðkennisløgini hjá “Jurassic Park”, kærleiksfilminum “Love Story” og eitt lag úr telduspælinum “Roblox”.

Kvøldið endaði við einari orkesturframførslu. Orkestrið hjá Norðljómi skal spæla á tónleikaskúlafestivalinum komandi fríggjadag, og tí vildu tey royna seg “undir trýsti”, sum tey málbóru seg. Hetta var alt í alt eitt væl frágingið tiltak, har næmingarnir vístu, at dugur er í teimum.

Myndasavn