VEKS bjóðar liðvenjing í ítróttahøllini
30. januar 2024
Venjingin er fyri fólk 65+ ár uttan gongutól, sum ynskja at gera okkurt gott fyri heilsuna og samstundis hava eina góða løtu saman. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera við. byrjað verður hósdagin 1. februar
Ein venjing er umleið 45. min. Aftaná ber til at fáa eitt gott prát, við frukt og vatni afturvið.
SKRÁ
· Strekkja út
· Hita upp
· Venja við egnari kropsvekt og elastikki
· Strekkja út
· Fáa frukt, vatn og eitt gott prát
Tilmelding kann gerast við at ringja á telefon 79 32 44.
Nýtir tú gongutól, ber til at ringja til okkum og hoyra nærri um tilboð til tín.