VEKS: Menningarskeið í palliatión
4. mars 2024
VEKS skrivar:
Í eini ætlan at styrkja fakliga førleikan hjá VEKS, hava vit í dag sent fleiri starvsfólk á skeið í palliatión á Hotel Føroyum.
Tað er Felag Føroysku Sjúkrarøktarfrøðinga, sum skipar fyri degnum, sum snýr seg um linnandi viðgerð síðstu tíðina í lívinum.
Endamálið er at samskipa og menna tænastuna til borgaran og hansara avvarðandi, so at kringumstøðurnar og umsorganin eru so góðar og virðiligar, sum gjørligt, tá tíðin kemur at enda, og lívið rennur út.
Bæði fyri tann doyggjandi og tey avvarðandi.
Fyrilestrahaldarar eru Anders Bøgesvang, serlækni, Hansina Mikkelsen, sjúkrarøktarfrøðingur, Hanus í Gørðum, prestur, og Elsa Johannesen, sjúkrarøktarfrøðingur.