VEKS – Røktarstarvsfólk til Heimið á Grønanesi

Ynskir tú at luttaka í eini menning og verksetan av nýggjum tilboðum, er hetta nakað fyri teg.

Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi í Vestmanna, sum eisini fevnir um útiøkið í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.

 

Føst størv og tímalønt størv:

·         Sjúkrarøktarfrøðingar

·         Heilsurøktarar

·         Heilsuhjálparar

 

Starvsbrøkur eftir avtalu og byrjanardagur skjótast gjørligt.

 

Førleikar / krøv

Vit sóknast eftir fólki sum m.a. hava:

·         jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild, í tøttum samstarvi við leiðarar, fakbólkar, starvsfólkahóp og einstaka borgaran.

·         viðkomandi útbúgving og góðkenning og áhuga fyri at menna eldraøkið.

·         telduførleika á brúkarastøði.

·         koyrikort til persónbil.

 

Vit kunnu bjóða

 

·         fjølbroytt størv.

·         jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.

·         skipaða innleiðslu.

 

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarstaðið er Heimatænastan í VEKS, við útgangsstøði frá staðnum, sum nevnt er omanfyri.

 

Arbeitt verður í skiftandi vaktum.

 

Størvini verða sett sambært sáttmála hjá avvarðandi fakfelag.

 

Umsóknir

Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.

 

Freist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 28. desembur 2021, kl. 12:00.

 

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:

·         Miu Pedersen, eindarleiðara á Heiminum á Grønanesi, á telefon 793231.

 

Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo