
VEKS søkir eftir deildarleiðara til Heimið á Grønanesi
Søkt verður eftir:
Deildarleiðara til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í økinum
Starvsbrøk 1,0
VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti (integreraðari skipan), har ymisku tænastueindirnar skulu virka í samljóð hvør við aðra.
Í VEKS ynskja vit at veita somu tænastu til sama tørv. Vit ynskja at møta borgaranum, har hann er á lívsleið síni; at stimbra likamliga, sálarliga og sosialt, soleiðis at borgarin varðveitir eini góð og innihaldsrík ellisár í egnum heimi.
Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar og persónligar avbjóðingar, har tú bæði kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við m.a. leiðslu, starvsfólk, borgarar og avvarðandi teirra.
ARBEIÐSUPPGÁVUR:
· At mynda og dagføra sjúkrarøktar- og røktartænastur.
· At tryggja trivna og fakliga menning
· At samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi
FØRLEIKAKRØV:
· Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari e.l.
· Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga
· KT- førleika á brúkarastøði
· Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni
SETANARVIÐURSKIFTI:
Starvið hevur tilvísing til eindarleiðaran.
Starvið verður at seta pr. 1. september 2023 ella eftir nærri avtalu; og verður lønt á stig 9 í galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafalagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
UMSÓKN:
Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og viðmerkjast “Deildarleiðara til Heimið á Grønanesi í Vestmanna og heimatænastuna í Vestmanna og Kvívíkar Kommunu”.
Umsóknarfreistin er hósdagin tann 24. august 2023 kl. 12:00
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Sóleyð Staksberg, eindarleiðara tlf. 793230 ella við telduposti til soleyds@veks.fo.