VEKS søkir fysioterapeut fyri fysioterapeut í barnsburðarfarloyvi

Ert tú okkara komandi starvsfelagi? Kom og ver ein partur av okkara kveikjandi terapeutiska toymi

Søkt verður eftir:

1 fysioterapeut fyri fysioterapeut í barnsburðarfarloyvi

til terapeutiska toymið hjá VEKS.

Starvsbrøkur 1,0 ella eftir nærri avtalu.

Sum partur av terapeutiska toyminum hjá VEKS hevur tú tilvísing til terapeutiska leiðaran. Toymið er í løtuni mannað við 3 fysioterapeutum, 3 ergoterapeutum og einum hjálparfólki. Terapeutiski leiðarin er fysioterapeutur.

Endamál

Terapeutiska toymið hevur m.a. til endamáls, at borgarar 67+ í VEKS:

·         Verða møttir, har tey eru á lívsleið síni.

·         Í mesta mun varðveita lívsgóðsku sína.

·         Verða stimbrað likamliga, sálarliga og sosialt.

·         Varðveita eini góð og innihaldsrík ellisár heima.

·         Fáa neyðugu endurvenjing og endurmenning.

ARBEIÐSUPPGÁVUR:

·         At veita terapeutiskar tænastur og ráðgeving til borgarar og starvsfelagar.

·         Gera førleikametingar.

·         Endurvenja og/ella endurmenna borgarar, ið eru komnir á eitt lægri førleikastøði.

·         At viðvirka til trivna og fakliga menning í toyminum.

·         At samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi.

Sum partur av terapeutiska toyminum, fært tú møguleika at seta dám á tilboðini, VEKS bjóðar borgarum sínum.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar og persónligar avbjóðingar, har tú bæði kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við m.a. leiðslu, starvsfólk, borgarar og avvarðandi.

FØRLEIKAKRØV:

·         Prógv og góðkenning sum fysioterapeutur.

·         Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga.

·         KT- førleika á brúkarastøði.

·         Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni

SETANARVIÐURSKIFTI:

Starvið verður at seta pr. 1. februar 2025 ella eftir nærri avtalu, og verður lønt smb. sáttmála millum Fysioterapeutfelag Føroya/Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið og  Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

UMSÓKN:

Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og viðmerkjast “Terapeutur í VEKS”. Umsóknarfreistin er hósdagin tann 2. januar 2025 klokkan 12.                                                    

Samrøður kunnu væntast at verða í viku 2-3 ella eftir nærri avtalu.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Saritu V. Vesturtún, leiðara tlf. 793244,  ella við telduposti til veks@veks.fo.

VEKS ynskir at veita somu tænastur til sama tørv. VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti. Meira kunning um VEKS sæst á heimasíðu okkara veks.fo.