VEKS: Søkt verður eftir deildarleiðara til Mørkina

Søkt verður eftir:

Deildarleiðara til Mørkina í Streymnesi og heimatænastuna í økinum

Starvsbrøk 1,0

VEKS veitir tænastur til borgaran eftir einum samskipaðum leisti (integreraðari skipan), har ymisku tænastueindirnar skulu virka í samljóð hvør við aðra.

Í VEKS ynskja vit at veita somu tænastu til sama tørv. Vit ynskja at møta borgaranum, har hann er á lívsleið síni; at stimbra likamliga, sálarliga og sosialt, soleiðis at borgarin  varðveitir eini góð og innihaldsrík ellisár í egnum heimi.

Starvið inniheldur fjølbroyttar fakligar og persónligar avbjóðingar, har tú bæði kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við m.a. leiðslu, starvsfólk, borgarar og avvarðandi teirra.

ARBEIÐSUPPGÁVUR:

·         At mynda og dagføra sjúkrarøktar- og røktartænastur.

·         At tryggja trivna og fakliga menning

·         At samstarva í einum tvørfakligum umhvørvi

FØRLEIKAKRØV:

·         Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari e.l.

·         Góð samskiftisevni – bæði skriftliga og munnliga

·         KT- førleika á brúkarastøði

·         Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni

SETANARVIÐURSKIFTI:

Starvið hevur tilvísing til eindarleiðaran.

Starvið verður at seta pr. 1. september 2023 ella eftir nærri avtalu; og verður lønt á stig 9 í galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið/Kommunala Arbeiðsgevarafalagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

UMSÓKN:

Umsókn saman við prógvum, góðkenning, og CV skulu sendast til veks@veks.fo og við-merkjast “ Deildarleiðari til Mørkina í Streymnesi og heimatænastuna í økinum”.

Umsóknarfreistin er hósdagin tann 24. august 2023 kl. 12

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Helfrid Poulsen, virkandi eindarleiðara tlf. 793259 ella við telduposti til helfridp@veks.fo.