VEKS: Starvslýsing til Heimið á Grønanesi og heimahjálpina í Kvívíkar og Vestmanna Kommunu
Hesi størv eru leys at søkja til Heimið á Grønanesi og heimatænastuna í Vestmanna- og Kvívíkar Kommunu.
Søkt verður eftir:
· Heilsurøktarum
· Heilsuhjálparum
Starvsbrøkur eftir avtalu; byrjanardagur eftir nærri avtalu.
Somuleiðis verður sókt eftir summarfrítíðar avloysarum at byrja skjótast tilber. Tú ert vælkomin at ringja til okkum hesum viðvíkjandi.
Førleikar / krøv
Til størvini sum heilsurøktari og heilsuhjálpari, sóknast vit eftir fólki sum m.a. hava:
· Viðkomandi útbúgving og hava áhuga fyri at virka- og menna eldraøkið.
· Jaligan hugburð til virksemið og sosiala umhvørvið í síni heild.
· Telduførleika á brúkarastøði.
· koyrikort til persónbil.
Vit kunnu bjóða
· Fjølbroytt størv.
· Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarstaðið er við útgangsstøði á Heiminum á Grønanesi.
Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelagið/KAF og Heilsuhjálparafelagið/KAF
Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo ella til: Heimastænastan í VEKS, Bakkavegur 59, 350 Vestmanna.
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 28. juni, kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
· Sóleyð Staksberg, eindarleiðara, telefon 793230
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo