Venjingarhølið letur upp hósdagin

Venjingarhølið í Hólmanum letur upp

Eiðis kommuna hevur ráðført seg við Korona ráðgevingina, sí samskifti niðanfyri:

“Viðvíkjandi fitnesssentrinum vil eg ráða til at tit skipa tað soleiðis, at:

Tit hava gott pláss millum maskinurnar. T.d um rennubond standa saman, at bert annaðhvørt renniband, súkklumaskinur, crossarir osv er í nýtslu í senn, soleiðis at tey ið venja ikki eru ov tætt, og andingarsirm ikki endar hjá síðumanninum. Eisini vil eg mæla til at tað er nóg góð frástøða millum ymsu vektmaskinurnar. Eisini er tað týðningarmikið at maskinurnar vera sprittaðar millum hvønn, bæði áðrenn og aftaná. Tað mugu vera starvsfólk ið halda eyga við, um reglurnar vera hildnar, og eisini at fólk ikki stilla seg at tosa tætt saman, tí í hesum kann vera ein smittuvandi. Eitt hugskot kundi verið, at tit senda tykkara viðskiftafólki eitt bræv, har tit greiða frá hvat reglurnar eru, og at tað er sera týðningarmikið at tey yvirhalda hesar reglur. Eg vil mæla til at skiftingarhøli verður stongt, og at eingir liðtímar vera. Eisini skulu wc’ini og kranin vaskast og sprittast, helst aftaná hvørja vitjan á wc’inum. Kanska tit kunnu fáa viðskiftafólkini at gera hetta.

Vinarliga
Pál Weihe, yvirlækni”

Vísandi til skrivið frá Pál Weihe, hava vit gjørt fylgjandi vegleiðingar fyri venjingarhøli:

·         Ikki eins nógv maskinur vera tøkar til venjing.

·         Skiftingarrúmini eru ikki opin. Tey ið venja, mugu møta í ítróttarklæðum og fara undir brúsu heima.

·         Øll sum møta skulu spritta hendurnar væl áðrenn byrjað verður.

·         Allar maskinur/amboð skulu sprittast væl áðrenn og aftaná tey verða brúkt.

·         Vit mæla til at fólk ansa eftir ikki at koma ov tætt at hvørjum øðrum.

·         Starvsfólk koma regluliga inn í venjingarhølið.