Verkætlanin “Náttúra og umhvørvið” í Korndalsgarði

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen. 

Seinastu tíðina hava børnini í Korndalsgarði arbeitt við eini verkætlan um náttúru og umhvørvið. Framsýningin stóð klár hósdagin 15. juni.

Gongin í barnagarðinum var prýdd við alskyns verkum hjá børnunum, nú almenna framsýningin var skotin í gongd.  Tað var ein góðveðursdagur farna hósdag, tá ið børnini í Korndalsgarði høvdu framsýning. Høvuðsevnið var náttúra og umhvørvið. Stovurnar høvdu arbeitt hvør í sínum lagið við einum undirevnið. Eitt nú um hagasóljuna og um dálking í umhvørvinum.

Børnini vóru sera spent at vísa verkini fram, og tað var skjótt at hølið fyltist við ernum foreldrum, eins og ommum og abbum. Prátið gekk týtt millum fjøldina og reypa var óført um verkini.

Korndalsgarður bjóðaði øllum til ein góðan kaffimunn við kaku afturvið, og tey flestu tóku av møguleikanum, at fáa ein kaffimunn úti í sólini hendan góðveðursdag.

Tað mesta av tilfarinum liggur frammi vikuna út og fólk eru vælkomin at hyggja, um hugur er til tess.

Myndasavn