Stór konsert í Kolshøll – Myndir og frásøgn

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Sunnudagin 30. mars var stór konsert í Kolshøll, tá Eiðis Ljómfelag, Eiðis Hornorkestur – ið er ein bólkur av heilt ungun tónleikarum – og harmonikuorkestri GHM bjóðaðu til konsert. Heilt nógv fólk vóru komin at hoyra góðar tónar frá hesum dugnaligu tónleikarum.

Talan var um eina fjølbroytta konsert, við hornblástri og harmonikutónum og tónleikarum úr tíggju ára aldri og upp til tey sjeyti. Konsertin var ein liður í fyrireikingunum og venjingini til vár konsertirnar, ið eru á skránni í mai mánaði.

Myndasavn