
Hevur tú hug at gera mun í lívinum hjá ungdóminum á Eiði?
Ert tú opin, ágrýtin og hevur eitt gott lyndi?
Ert tú á ábyrgdarfull/ur og eldhugað/ur vaksin persónur?
So er tað tær vit leita eftir!
Tú kemur saman við námsfrøðinginum at stuðla undir eitt trygt og mennandi umhvørvi, og tú fært millum annað møguleika fyri at:
• Skipa fyri tiltøkum og túrum
• Skapa mennandi og stuttligar løtur saman við ungum í 7. – 10. flokki
• Mynda og menna eitt fjølbroytt og livandi frítíðartilboð
Vit hava opið hvørt hóskvøld frá kl. 18–22 og halda til í Gamla læknahúsinum
Vit leggja dent á eldhuga, nærveru og virðing fyri teimum ungu.
Hetta er eitt frálíkt høvi hjá tær, sum brennir fyri at arbeiða við ungdómi.
Meira fæst at vita við at venda tær til Katrin Sommer, námsfrøðing á tlf. 910040.
Løn sambært sáttmála millum KAF og Pedagogfelagið.
Øll eru vælkomin at søkja áðrenn 3. august 2025. Send umsókn á korndalsgardur@eidi.fo
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.