
Leikurin “Upphav” sýndur í Kolshøll
Vælvitjaði og nógv rósti einkonuleikurin Upphav fer á rundferð kring alt landið í vár og 18. apríl verður leikurin sýndur í Kolshøll. Leikurin byrjar klokkan 18:00. Keyp atgongumerki.
Brot úr tíðindaskrivi um leikin:
Vælvitjaði og nógv rósti einkonuleikurin Upphav fer á rundferð kring alt landið í vár.
Einrøðuleikurin eftir Gunnvá Zachariasen og Maritu S. Dalsgaard hevði frumframførslu í Norðurlandahúsinum í heyst og spældi har í góða viku. Útselt til allar sýningarnar.
Ummælini vóru serdeilis góð, og fleiri áskoðarar løgdu hugleiðingar, tankar og viðmæli á sosialar miðlar aftan á leiklok, umframt í práti eftir sýningarnar. Leikurin rørdi tey. Her var ein leikur úr okkara egna jørðildi, um okkara egnu søgu og samleika úr eini ikki so fjarari fortíð, tá náttúran setti sína ófrávíkiligu treyt fyri lívsgrundarlagið úti í Hesti eins væl og øðrum bygdum í Føroyum.
Upphav er um skaðadagin, sum rakti Hest 1. apríl 1919, tá tveir útróðrabátar ganga burtur, og ellivu menn sjólátast.
Upphav fortelur okkum søguna um gerandislív og kor í Hesti hetta tíðarskeiðið – søguna um menn, kvinnur og børn, sum sorgbitin fóta sær eftir syndarligu bátsvanlukkurnar. Upphav er um ommu Gunnvá Zachariasen, Óluvu, sum misti pápa sín hendan vanlukkudagin, 6 ára gomul.
Við hesi søgu vilja TVAZZ og Leikhús SKIFT fagna okkara formøðrum og í takksemi seta ein minnisvarða fyri teimum.
Les alt tíðindaskrivið her.

