Lýsing eftir arbeiðsformanni

Kundi tú hugsað tær eitt starv, har tú hevur stóra ávirkan á arbeiðið?

Talan er um leiðarastarv, har formaðurin hevur ábyrgd av dagliga arbeiðinum í kommununi. Í starvinum hevur tú ábyrgd av vatnverkum, kloakk, fríðkan, vegakervinum og øðrum.

Sum heild eitt fjølbroytt starv, har hvør dagur hevur nýggjar og spennandi uppgávur.

 

Eiðis kommuna arbeiðir miðvíst við:

•        At tú sleppur at mynda starvið.

•        At tú følir, at tú brúkar tíni evni mest møguligt.

•        At tú mennir tínar fakligu førleikar.

•        At tú skalt tíma til arbeiðis og føla, at tú ert partur av eini størri heild.

 

Eiðis kommuna ynskir, at tú:

•        hevur viðkomandi útbúgving, handverkari ella líknandi.

•        hevur evni at leiða, leggja til rættis, seta í verk og fylgja upp.

•        hevur hampuliga góðar telduførleikar ella ynskir at menna hesar.

Hevur tú eftirútbúgving í viðkomandi fakum, stóra koyrikortið ella annað, sum viðkemur starvinum, er hetta sjálvandi ein fyrimunur.

 

Hvussu kanst tú fáa meira at vita:
Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at ringja til borgarstjóran, Jógvan í Skorini, tlf. 740400, so tú kanst fáa gjøllari upplýsingar.

Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum handverkarafeløgini/starvsfelagið og avvarðandi yrkisfelag.

 

Tú ert vælkomin at senda umsókn til:
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum viðmælum skal vera eidi@eidi.fo hendi í seinasta lagi 17.06.2026